Signar í Homrum og Rox spæla til dans á ovastevnu í stóra tjaldinum á Mýrini leygarkvøldið.
Hetta er ein av best umtóktu dansibólkunum, sum uttan iva fara at syrgja fyri einum góðum dansi.
Lagt verður til brots á miðnátt leygarkvøldið, og tað verður helst spælt heilt fram til tann ljósa morgun.
Har verður at hoyra bæði góð, gomul og kend løg, men eisini nøkur meira nýggj og ókend.
Signar í Homrum er ikki ókendur í Nólsoy, tí hann spældi í tjaldinum á keiini í fjør, eins og hann hevur verið á Maggie's og havt konsert. Nakað, sum stendur heilt fast í hansara minni sum ein tann besta konsertin hann hevur framført nakrantíð.
Signar og John spæla eisini í tjaldinum á keiini í Nólsoy fríggjakvøldið, og teir byrja eisini tá á miðnátt. Hetta verður helst ikki sama skrá, sum framførd verður leygarkvøldið, men fólk kunnu í hvussu er gleða seg.