Signar í Homrum telist millum best umtóktu tónleikararnar í landinum í løtuni. Hann er kendur fyri løg sum ”Tað er gott at elska”, ”Mín skattur” og ”kærleikans mátt” sum nærum eru blivin fólkaogn.
Signar í Homrum hevur verið virkin tónleikari og sangskrivari í 25 ár, har hann spældi nógv ár við bólkinum Kjølum. Seinnu árini hevur hann verið sangari í bólkinum Rox samstundis sum hann hevur staðfest sína støðu sum solistur, eftir at hann fyri nú trimum árum síðani gav sína fyrstu fløgu út.
Signar spælir saman Henningi Nicodemussen og John Johansen, og fara teir royna at fáa lív í fjøldina á midnátt leygarkvøldið.









