Signar, Hallur og Hilmar Jan til reiðar

Signar í Homrum, Hallur Joensen og Hilmar Jan Hansen fara um ein góðan tíma á pallin hjá Rás2.

Stóra Ólavsøkubrakið hjá Rás2 nærkast, og tiltakið fer av bakkastokki klokkan 22.00. 

 

Í ár eru tað fólkakæri Signar í Homrum og countrykongurin Hallur Joensen, sum standa fyri tónleikinum. 

 

Harumframt er tað Hilmar Jan Hansen, sum stendur fyri undirhaldinum. 

 

Seinastu árini hava túsundtals føroyingar leita sær oman í Vágsbotn til hesa løtu og soleiðis verður helst eisini í ár. 

 

Tað er klokkan 22.00, at stóra Ólavsøkubrakið byrjar.