Herfyri, tá hart leikaði á innanveggja í javnaðarflokkinum, og tað endaði við at Gerhard Lognberg varð koyrdur úr flokkinum, kom fram, at Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag ikki var fullmannað og harvið ikki arbeiðsført.
Feløgini søgdu sína metan um støðuna, tó ikki Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag, ið eisini vardi av einum tinglimi, Kristin Michelsen, ið eisini av summum varð mettur at ganga ímóti flokkinum í summum førum, eins og Gerhard Lognberg.
Men nú hevur aðalfundur verið og Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag er fullmannað aftur.
Tann 27. november var aðalfundir og í nevndini sita nú Signar P. Dam, formaður, Marni Olsen, næstformaður, Annika Eidesgaard, skrivari, Marit Poulsdóttir, peningarøkil, Trygvi Strøm og Jóannes Lisberg, nevndarlimir og varalimir eru Ketty Andreasen og Hildebjørg Brattalíð.










