Signar flutti hóast Karsten bað hann lata vera

? Eg skilti hetta ikki sum eini harraboð frá Karsten Hansen Og eg flutti læraralønirnar fyri ikki at darva samráðingunum, sigur Signar á Brúnni

? Eg havi gjørt eftir míni bestu sannføring. Og eg helt at tað var skeivt at steðga læraralønunum.

Um vikuskiftið syrgdi Signar á Brúnni, landsstýrismaður fyri, at lærararnir fingui lønina sum vant.

Annars var tað ikki ætlanin, at teir skuldu fáa lønina hesuferð. Lærarafelagið og fíggjardeildini samráðast um nýggjan sáttmála og í tí sambandi hava lærararnir boðað frá verkfalli frá 1. mars at rokna, um ongin sáttmáli er komin tá.

Og av tí, at teir sáttmálasettu lærararnir fáa lønina frammanundan, teir arbeiða, heitti Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, á Signar á Brúnni, landsstýrismann í skúlamálum um at halda mars-lønini aftur, nú verkfalshóttan varð fráboðað.

Men tað vakti ans, tá ið Signar á Brúnni ikki vildi fylgja hesi áheitanini frá partamanninum í glasborgini á Argjum, men flutti læraralønirnar kortini sum vanligt.

Signar á Brúnni sigur, at hann hevur fylgt síni sannføring í hesum sambandi.

Og hann uppfataði heldur ikki áheitanini frá fíggjarmálaráðharranum sum eini harraboð.

? Eg haldi ikki, at tað er rætt at steðga lønini frammanundan.

 ? Eg haldi, at málið skal sleppa at ganga sína gongd.

? Og verður tað verkfall, ber tað altíð til at finna útav lønini aftaná, sigur Signar á Brúnni.

Hann sigur, at tað hevði verið óvanligt at steðga lønini frammanundan og tí valdi hann ikki at fylgja áheitanini frá Karsten Hansen.

?Men er tað heppið, at tvey stýrið hava ymsa uppfatan av, hvussu farast skal fram?

? Eg veit ikki, um uppfatanin er ymisk. Vit fingu eina sakliga áheitan frá fíggjarmálastýrinum.

? Men eg helt, at tað var skeivt at steðga lønini útfrá tí, at tað møguliga verður verkfall. Og nú semingsmenn eru komnir upp í, hava teir heimild at útseta eitt møguligt verkfall í eina viku.

Tað helvur ljóðað, at Karsten Hansen hevur tikið partamanni sínum tað rættiliga illa upp, at hann flutti lønirnar

Men tað veit Signar á Brúnni onki um.

?Eg valdi bara at arbeiða útfrá míni sannføring. Og eg haldi heldur ikki, at tað hevði verið fremjandi fyri samráðingarstøðuna at steðga lønini frammaundan. ? Tað hevði bara darvað samráðingunum, og tað helt eg ikki, at eg kundi.

Tí varð lønin flutt fyri at í hvussu so er tað ikki skuldi forða fyri eini semju, sigur Signar á Brúnni.