Signar fingin frá hondini

Hóskvøldið var endalig viðgerð av málinum um Signar á Brúnni, og flokkurin hevur nú lagt málið aftur um bak

Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins sigur, at málið um Signar á Brúnni hevur verið trupult, men at tað eftir fundin hóskvøldið er lagt aftur um bak.

­ Nú hava vit fingið tosað út um tingini, hvørjar mannagongdir hava verið, og hvussu vit skulu fyrihalda okkum í framtíðini. Tað hevur verið flokkinum at gagni, at vit hava fingið hetta frá hondini, sigur Høgni Hoydal.

Bæði tingmanning og landsstýrismanning vóru til staðar hóskvøldið, tá málið bleiv viðgjørt.