Nýggjasta veljarakanningin, sum Sosialurin og Fynd hava gjørt í samstarvi við Fynd, vísir, at Tjóðveldisflokkurin hevur eina afturgongd á 4,6 prosent í Eysturoynni.
Formaðurin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, Hallur Ellingsgaard, metir, at fráveran hjá Signari á Brúnni óivað hevur kostað flokkinum í hesi kanningini.
? Fólk velja ógvuliga lokalt, og eg rokni við, at vit missa flest atkvøður í Fuglafirði. Tað kann tó eisini vera afturgongd sum heild, sigur Hallur Ellingsgaard, sum metir, at fleiri atkvøður kunnu fara til hinar báðar atkvøðuslúkarnar í Fulgafirði, sum eru Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum og Dan Reinert Petersen úr Javnaðarflokkinum.
Hann sigur, at nógv tjóðveldisfólk í Eysturoy eru kedd um, at Signar ikki kom við á listan.
? Nevdin kundi ikki havt gjørt meira fyri at fáa Signar á listan, men kanska um fuglfirðingar høvdu møtt betri upp á fundinum hevði óivað verið øðrvísi, sigur formaðurin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag.
Eingin broyting
Tað er annars eingin broyting í teimum valdømisvaldu tinglimunum í Eysturoynni. Sambandsflokkurin varðveitir tveir, og Fólka-, Javnaðar- og Tjóðveldisflokkurin fáa hvør sín.
Sambandsflokkurin hevur eina fitta framgongd, og Fólka- og Javnaðarflokkurin hava lítla framgongd.
Tað er tó áhugavert, at tann eykavaldi hjá Sjálvstýrisflokkinum sambært kanningini ikki fer at liggja í Eysturoynni. Tí kann Kári P. Højgaard kenna seg hóttan, og spennandi verður at síggja, um formaðurin hórar undan hesuferð.