Signar Dam takkaði fyri seg

Í dag varð ein nýggjur formaður valdur í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag, eftir at Signar Dam ikki stillaði upp aftur.

Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag hevur í dag fingið nýggjan formann. Signar Dam hevur verið formaður í felagnum seinnu árini, men hesaferð stillaði ikki uppaftur. Nýggi formaðurin í felagnum eitur Jens Arni Leo Hammerfoss. 

 

 

Kringvarpið veit í dag at siga, at millum teirra, sum møttu til aðalfundin vóru løgmaður, Aksel V. Johannesen, landsstýriskvinnan Rigmor Dam og løgtingskvinnan Kristianna Winther Poulsen. Víðari veit Kringvarpið, at stríðið millum Bjarna Hammer og Kristin Michelsen ikki varð nevnt á fundinum. Bjarni Hammer var á fundinum, meðan Kristin Michelsen ikki var.