Signar á Brúnni, ið er kendur sum ítróttarmaður, fótbóltsleikari, lærari, løgtingslimur, landsstýrismaður og skúlastjóri, fyllir í 67 ár í dag. Hann starvast í løtuni sum skúlastjóri á Skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvik.
Morgunin á Skúlanum á Ziskatrøð byrjaði við, at næmingarnir í framhaldsdeildini stillaðu seg uttan fyri lærarastovuna at spæla og syngja fyri skúlastjóranum, "Tillukku til tín. Síðani heilsaðu børnini hesum fyrikomandi skúlastjóra sínum og ynsktu honum nógv góð ár.
Signar beyð starvsfólkunum ein drekkamunn í skúlanum og hevði konan, Gunnvør á Brúnni, borðreitt við góðum mati og køkum á lærarastovuni á Ziskatrøð í morgun.
Eisini nýttu pedagogarnir høvi at heilsa uppá Signar á Brúnni - og sungu ein føðingardagssang fyri honum við góðum ynskjum.
Orð & Myndir: Dávur Winther