Signar er útbúgvin lærari á Føroya Læraraskúla í 1969 og var fyrst lærari á Strondum í fýra ár. Síðan hevði hann fast starv í Fuglafjarðar Skúla í mong ár. Hann var eisini skúlaleiðari í styttri skeið á Eiði, í Leirvík og í Vestmanna.
Signar kom sum 25 ára gamal á ting í 1970 fyri Tjóðveldisflokkin í Eysturoynni. Hann var tingmaður til 2002, tá hann ikki stillaði uppaftur, tó árini 1980-84 undantikin. Hann var landsstýrismaður í fleiri umførum: 1989-90, 1993-94 og 1998-2000.
Av øðrum álitisstørvum kann nevnast, at hann var limur í Landsskúlaráðnum í 12 ár og í Mentanargrunninum í 16 ár, umframt at hann eisini hevur verið býráðslimur í Fuglafirði.
Eisini er hann ítróttarmaður og spældi við á 1. liði hjá ÍF í mong ár.
Signar hevur víðan sjónarring og hevði tí eisini sum politikari áhuga fyri øllum samfelagsmálum, men serligan áhuga hevði hann fyri skúla- og mentanarmálum. Hesi mál umsat hann í fleiri umførum sum landsstýrismaður. Útbyggingin av studenta- og handilsskúla á Kambsdali var eitt av hansara hjartamálum. Í dag er Signar skúlastjóri við Skúlan á Ziskatrøð í Klaksvík.
Signar er sonur Siggu og Jógvan Hansen í Fuglafirði. Hann er giftur við Gunnvør av Skipanesi, dóttir, Marin og Andreas Skipanes. Gunnvør og Signar eiga børnini: Hans David, Marin og Jógvan Andreas og umframt ommu- og abbabørn.
-red









