Signar á Voxbotn

Tað er gott at elska, Kærleikans mátt og Mín Skattur verða allarhelst at hoyra, tá Signar í Homrum trínur á pall á Voxbotn.

 

Tað er gott at elska, Kærleikans mátt og Mín Skattur verða allarhelst millum sangirnar, ið verða at hoyra á Voxbotn, tá Signar í Homrum trínur á pall.

 

Signar í Homrum hevur verið virkin tónleikari og sangskrivari í 25 ár, har hann spældi nógv ár við bólkinum Kjølum. Seinnu árini hevur hann verið sangari í bólkinum Rox, samstundis sum hann hevur staðfest sína støðu sum solistur, eftir at hann fyri nú trimum árum síðani gav sína fyrstu fløgu út. Við sær á Voxbotn hevur hann makkaran John Johansen á bass.

 

Voxbotn 2015 verður í Vágsbotni leygardagin 27. juni. Umframt Signar & John, eru poppkometirnar John Martin og Michel Zitron, kendir frá Swedish House Mafia, Samantha Fox, X-Factor stjørnan Jógvan, tungmálmslegendan Udo, elektropopduoin Byrta, fólkarokkarin Marius Ziska, rappararnir Swangah, Ester Kristianssen, Eyðun & Terji, Marni Kruse, Holgar, Døgg Nónsgjógv, trubadururin Stanley og divairnar í Flammu avdúkaði, umframt Gluntan og Sunrise, ið spæla til Bryggjudansin.