Signa og Karstin Drenkstein gullbrúdleyp

Mánadagin 14. november høvdu Signa og Karstin Drenkstein í Klaksvík verið gift í 50 ár. Dagin hildu tey saman við teirra næstu.

Signa, sum er fødd 28. apríl í 1932, er ættað úr Víkunum í Klaksvík. Foreldrini vóru Elsa og Gunnar Christiansen. Hon var úr Garðshorni í Oyndarfirði, og hann var av Kirkju og varð nevndur Gunnar úr Fugloy. Tey áttu níggju børn: Jógvan í Havnini, Erling í Klaksvík, Kemme í Klaksvík, Einar í Íslandi, Ester í Danmark, Asbjørn í Danmark, Signa í Klaksvík, Frida í Klaksvík og Garshorn í Danmark. Eftir á lívi eru Ester, Asbjørn, Signa, Frida og Garshorn.
Karstin, sum er føddur 2. august í 1930, er ættaður úr Tjørnuvík, og sum so mangir aðrir, ið fluttu til Klaksvíkar, so hekk navnið á heimbygdini uppií soleiðis, at hann ofta varð nevndur Karstin í Tjørnuvík. Foreldrini vóru Elsa og Dánjal Jákup Isaksen. Tey fingu fýra synir. Jógvan doyði ungur. Hinir eru Dávur og Ísak, sum báðir búgva í Tjørnuvík og so Karstin. Seinastu meiri enn tríati árini hevur Karstin havt Drenkstein til eftirnavn. Talan er um stein í Sjeyndum, sum liggur til Tjørnuvík.
Signa arbeiddi í nógv ár hjá Olafi á Stongunum, og seinni arbeiddi hon eitt skifti í krambúðini hjá Óla í Skúla, sum Álvur Klakk nú hevur rikið í mong ár.
Karstin kom til mans undir krígnum. Tá var ikki so lætt at fáa skipskjans. Hann var tí eitt skifti í Reykjavík og arbeiddi við hitaleiðingum. Í 1946 fór hann til skips, og millum skipini, sum hann var við, taldust skonnartirnar Loytnanturin og Liljan, og so Norðstjørnan og Havfrúgvin, sum hann var við, tá ið hon fór á land.
Eftir at Karstin í 1951 hevði tikið seturskiparaprógv í Havnini, var hann við Westward Ho, áðrenn hann fór í reiðaríið hjá J. F. Kjølbro. Hann sigldi nógv við Polarstjørnuni, sum Palli hjá Marionnu førdi. Í 1959 tók Karstin longdina á Klaksvíkar Sjómansskúla, og síðani fór hann við Klakki, sum var nýggur tá, og har var hann bestimaður í eini tíggju ár.
Í 1971 fekk Karstin sær útróðrarbát, Elbjørg. Hon var ein av teimum frambygdu, sum Arnhold Olsen og Reinhold Jacobsen smíðaðu á Stongunum. Karstin átti og dreiv bátin fram til 1982, tá ið hann seldi og av heilsuávum gavst at rógva út. Síðani tá hevur hann ofta verið á Norðoya Fornminnissavni og víst runt og greitt frá, og so hevur hann hugt til deksbátin Nólsoyar Páll, sum Fornminnissavnið eigur, og sum liggur fyri fortoyning á Vánni.
Karstin var í sjeyti árunum nevndarlimur í Klaksvíkar Útróðrarfelag, og hann hevur altíð verið avgjørdur tjóðveldismaður. Hann stuðlaði bygdarmanni sínum, Jóhan Simonsen, sála, ella Jóhan í Tjørnuvík, sum var fyrsti tjóðveldistingmaður í Norðoya valdømi, og Karstin er framvegis stillari hjá Norðoya Tjóðveldisfelag.
Signa og Karstin settu búgv í Brekkuni. Nú býr einkardótturin, Elbjørg, sum er fødd 23. november í 1962, í erva, og tey bæði gomlu í kjallaranum. Elbjørg er gift Hermanni Johannesen úr Klaksvík. Tey eiga fimm børn: Karstin, Signa, Eileen, Hermann og Tróndur, sum øll búgva heima hjá foreldrunum og harvið eisini undir somu lon sum omman og abbin á móðursíðuni.