Sigmund David Gunnlaugsson, nú fyrrverandi forsætismálaráðharri í Íslandi, legði alment frá sær í morgun, tá hann handaði Sigurður Ingi Jóhannsson, nýggja forsætisráðharranum, lyklarnar til skrivstovuna hjá forsætismálaráðharranum.
Eitt tað fyrsta, ið nýggi forsætismálaráðharrin gjørdi, var at vitja gomlu skrivstovu sína í Fiski- og landbúnaðarmálaráðnum, har hann handaði Gunnari Bragi Sveinsson, ið avloysir hann sum fiski- og landbúnaðarmálaráðharri, lyklarnar til skrivstovuna.
Nýggi forsetin var ikki heilt liðugur at handa lyklar, tí leiðin gekk víðari til Uttanríkisráðið, har hann handaði Lilju Alfreðsdóttur, nýggi uttanríkisráðharran, lyklarnar til hennara nýggju skrivstovu.
Nýggja íslendska stjórnin er mannað av tíggju ráðharrum, fimm úr Framsóknarflokkinum og fimm úr Sjálvstýrisflokkinum.