Sigmundur Brestisson komin til heiður og æru í Sandvík

Rættiliga fitt av fólki var samankomið í góðveðrinum í Sandvík í gjár, har minnisvarði yvir Sigmund Brestisson varð avdúkaðu


Minnisvarði
 

 
 
Hátíðardagur var í Sandvík í gjár, annan hvítusunnudag, títá var loksins minnisvarðin yvir Sigmund Brestisson avdúkaður, eftir at hann hevur verið í umbúna í fleiri ár.
Dagurin byrjaði við gudstænastu, sum Hans Jacob Joensen, biskupur, helt í Sandvíkar Kirkju.
Aftaná var farið oman til minnisvarðan, sum Hans Pauli Olsen hevur evnað til.
Tað er nevndin, ið skipaði fyri 1000 ára haldinum fyri kristniboðanina í Føroyum, sum hevur tikið stig til at reisa tríggjar minnisvarðar yvir Sigmund Brestisson, ein í Skúvoy, har hann traðkaði sínar barnaskógvar, ein í Havn, har hann fyrstu ferð kom á land sum kristin, og ein í Sandvík, har hann varð hálshøgdur.
Niclas Foldbo í 1000 ára nevndini, segði, at nevndin vildi hava at okkurt varandi minni kom at standa eftir 1000 ára haldið.
Hetta varðandi minnið skuldi vera ein minnisvarði yvir Sigmund, ið var fyrsti trúboðari í Føroyum, tí hann var tað grundleggjandi, størsta og ríkasta við hesum 1000 ára haldinum.
Men nevndin gjørdi so at, at tað skuldi tríggir minnisvarðar gerast á teimum plássum, ið hava serligan týdning fyri lívsleið Sigmunds. Og tað eru so hesir tríggir minnisvarðarnir úrslitið av. Umframt at teir tríggir minnisvarðarnir vísa hvør sítt myndevni, hava teir allir tríggir eisini eitt felags  merki og tað er eitt víkingaskip, sum vísir, at tað var við einum slíkum fari, at Sigmundur kom higar til lands við kristniboðskapinum.
Við Minnisvarðan í Sandvík sungu fólk, Boðar tú til allar tjóðir, áðrenn Niclas Sigurheim, formaður í kirkjuráðnum, avdúkaði minnisvarðan.
Síðani varð tjóðsangurin. Eftir hátíðaraldið fór fjøldin í bygdarhúsið í Sandvík, Ranhøll, har kirkjuráðið og Kommunan bjóðaði ein drekkamunn.
Á aðrari síðuni á minnisvarðanum er bronsumynd av Sigmundi, har hann kemur svimjandi inn eftir fjørðinum og á hinari síðuni er víkingaskip, sum mann sær niður á.
Báðar myndirnar eru heldur smáar afturímóti tí stóra steininum, men tað skal helst ímynda, hvussu lítil maður og bátur eru á tí stóra havi.....