STANDMYND
Tað er listarmaðurin, Hans Pauli Olsen, sum hevur gjørt nýggju standmyndina í kirkjulundini vestan fyri Vesturkirkjuna.
Rað er ráðið, ið skipaði fyri 1000-árahaldini til minnis um kristningina av Føroyum, sum í januar í 2001 tók avgerð um at biðja Hans Paula Olsen gera tríggjar standmyndir av Sigmundi Brestisson. Allar skuldu setast upp í teimum plássum í Føroyum, sum høvdu samband við Sigmund Brestisson og kristniboðan hansara. Ein er tí sett upp í Skúvoy, ein í Havn og ein í Sand ík og allar vórðu avdúkaðar í dag, annan hvítusunnudag.
Nógv fólk var í kirkju í Vesturkirkjuni í gjár, og veðrið var av tí allar fagrasta til hátíðarhaldið uttan fyri kirkjuna beint eftir gudstænastuna, tá Sjúrður Poulsen, kirkjuráðsformaður avdúkaði standmyndina.
Havnarkórið sang eisini »Boðar tú til allar tjóðir« og at enda tjóðsangin.
Eftir hátíðarløtuna varð boðið til kaffi í kirkjukjallaranum.










