Sigmund Trondheim, sum fyrr í ár luttók í X Factor, hevur nú givi eina bók út um sín uppvøkstur í Vestur Jútlandi. Hann fortelur hvussu hann ikki spældi fótbólt við hinum dreingjunum á hansara aldri, men dámdi betur at undirhalda, dansa og syngja.
Sigmund Trondheim greiðir eisini frá hvussu hart tað var at vaksa upp við ADHD, hvussu hann ikki fekk røttu viðgerð fyri trupulleikan, og hvussu hann manglaði vegleiðing og hjálp.
Sigmund Trondheim hevur danska mammu og føroyskan pápa, har frá kemur føroyska navni Sigmund Trondheim. Sigmund Trondheim er samkyndur, hann er uppvaksin í einari kristnari familju, har tað var óvanligt at tosa um seksulaitet. Hetta greiðir hann m.a. eisini frá.
Sum barn droymdi Sigmund Trondheim um at koma burtur frá Sørvad, har hann vaks upp í Vestur Jútlandi. Nú býr hann í Keypmannahavn, hann er youtubari, dansari, og tónleikari.
Sigmund Trondheim hevur stórar dreymar um at gerast kendur fyri síni evnir, hansara mál er at koma til Los Angeles, og harfrá gerast víðakendur.
Bókin SIGMUND kom út tann 8 oktober í ár, og er útgivin av forlagnum Turbine.