Nógvir føroyingar hava eftir hondini roynt seg í danska Melodi Grand Prixnum. Og í ár verður enn ein føroysk umboðan við í stóru kappingini, sum verður 23. februar.
Hálvi føroyingurin, Sigmund Trondheim, er millum teir 10 luttakararnar, sum DR júst hevur kunngjørt. Vit kenna serliga Sigmund Trondheim frá X-Factor, sum hann luttók í fyri einum ári síðani. Hann vann ikki, men er hóast alt tann, ið hevur klárað seg best síðan kappingina.
Sigmund skal syngja popputa lagið Say My Name. Teir 10 luttakararnir skulu kappast um luttøku til Eurovision Song Contest, sum verður í Tel Aviv í Ísrael í mai.










