Fundurin í Skiftirættinum um avtøku av Dimmu fór fram sum vanligt í dag.
Krøv og ognir vórðu gjørd upp í Skiftirættinum, og ein bústrjóri varð settur.
Emil Lisberg Jacobsen, ið er starvsfólkaumboð á Dimmalætting, sigur, at tað neyvan er tað stóra at koma eftir á Dimmu.
- Talan er um nakrar teldur og okkurt annað smávegis, men har er ikki nógv at fara eftir, sigur Emil L. Jacobsen.
Tað var klokkan 14.30, at dómarin segði gomlu Dimmalætting at vera farna konkurs, og fyrsti skiftisfundur eftir henda, verður týsdagin 15. oktober, tá okkurt slag av uppgerð yvir ognir og skuldarar skal leggjast fram.
Sigmund Poulsen varð settur sum bústjóri fyribils fram til 15. oktober, men roknað verður við, at hann heldur fram eftir hetta.
- Summi av starvsfólkunum á Dimmalætting vóru við á fundinum í Skiftirættinum, men tað er ein spurningur um áhuga, sigur Emil L. Jacobsen.