Sigmund hitti Kaj Leo

Stjórn­ar­leiðararnir høvdu ó­­form­­­ligan fund seinnapartin í gjár. Á fundinum greiddi ís­­lendski forsætisráðharrin frá ætlanunum og avb­jóð­ing­­­u­­num hjá teirri nýggju stjórn­­ini í Íslandi.

Løgmaður kunn­­­aði eisini um nakrar av teim­­­um stóru avbjóðingunum hjá Føroyum.

Stjórnarleiðararnir vóru á ein­­um máli um, at Ís­land og Før­oyar hava fleiri mál av fel­ags á­huga. Bú­ska­p­ar­vøkst­­ur, møg­u­leikar í ark­tiska øk­i­num og støða til Ev­ropiska Sam­veldið­ eru dømi um felags á­­hug­­­a­mál.

Staðfest varð, at tað er sera týdn­­­ing­­­­a­r­­mikið at menna fram­­haldandi tað góða sam­starv­ið, ið er mill­um Før­oyar og Ísland.
Í sam­bandi við, at løg­maður nú hevur havt Sigmund Dav­ið Gunn­laugs­son á vitjan, sig­ur løg­mað­ur:

– Eg fegnist um, at nýggi for­­sæt­­is­­ráðharri Íslands nú hev­ur vitjað í Føroyum. Fyri sam­­starv­ið og viðurskiftini mill­u­­­m londini bæði er tað týdn­i­ngarmikið, at vit knýta bond og halda fram við at styrkja samstarvið. Á fund­i­num fekk eg gott innlit í ætl­an­ir­nar hjá teirri nýggju stjórn­ini í Íslandi. Tað var á­hugavert at stað­festa, at av­bjóð­ing­ar­nar og ætl­ani­rnar hjá stjórnunum báð­um á fleiri økjum líkjast nógv.

Vitjanin hjá íslendska for­sæt­is­ráð­harr­anum er partur av rund­ferð í Norðanlondum, har hann hittir sínar starvsfelagar. For­sæt­is­ráð­harrin fór av landi­num í d­ag.