Fríggjakvøldið varð Sigmund Trondheim, sum hevur føroysk ættarbond, sendur út úr donsku X Factor kappingini. Hálvfinala var á skránni, og rættiliga óvæntað var tað Sigmund, sum mátti lúta, tá ið danskarar atkvøddu um teir fýra luttakararnar.
Sigmund hevur tó gott mót, nú hann er liðugur í X Factor, og hann ætlar sær at gera meira við undirhald. Hann hevur longu fingið fleiri tilboð – eitt nú um at verða við í sjónvarpssendingum.
– Eg droymi um at vera undirhaldari og gera skemt, og eg ætli mær at fáast við tónleik og dans, til eg doyggi. Tit hava ikki hoyrt tað seinasta til mín, sigur Sigmund við DR.
Í næstum skal hann á ferð í Danmark saman við øðrum X Factor luttakarunum at syngja fyri fólki. Eftir tað umhugsar hann at flyta úr Aarhus til Keypmannahavn at búgva.