Ein av ungu klaksvíkingunum, sum seinastu vikurnar hava fingið nógva spælitíð, er unglingaspælarin Sigmund Jacobsen. Hann verður ikki at síggja á KÍ liðnum aftur í ár.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki varð hann borin av vøllinum og fluttur á sjúkrahúsið. Seinni varð hann fluttur á Landssjúkrahúsið, har hann varð lagdur undir skurð í dag.
Í Klaksvík verður upplýst, at hann breyt ein legg, at sjálvur fótliðurin er skaddur, og at tað eisini er talan um onkran annan skaða.
Sigmund Jacobsen skuldi, um alt gekk soleiðis, sum tað var ætlað, verið farin til Svøríkis saman við liðfeløgunum í morgun. Tað fór hann ikki, og tað fara ivaleyst at ganga nógvir mánaðir, áðrenn hann aftur verður førur fyri at spæla fótbólt.