Í dag bunkraði Smyril á Vági. Og henda løtan fór ikki framvið, sum so mangar aðrar løtur undir bunkring.
Hátíðarløta var nevniliga umborð, meðan bunkring fór fram. Magnus (Massi) Winther Hjelm og Petur Winther hava siglt við Smyrli í 40 ár.
Dagurin var hildin við samkomu umborð seinnapartin í dag.
Magnus (Massi) Winther Hjelm er elektrikari og Petur Winther er maskinmeistari og maskinstjóri umborð.
Mynd: ISW