Siglir Øssur í sigartoku?

Tað sigst um ein ávísan, at tá ið hann fór at eldast, leitaði hann sær í kleystur. Hetta sama kann ikki sigast um Øssur Dam Jacobsen. Minnist hann bara sum ein siðiligan og sáttligan tingmann úr Vestmanna. Væl er fráliðið síðani.

Nú tykist maðurin at hava skift ham á gamalsaldrinum. Líkist meira stavnamanninum, tá ið hesin var yngri, og meiri trivaligur í retorikkinum. Húðfletti alt sum fyri var. Havi ikki sæð nakað tíðindaskriv frá radikala sjálv-stýrinum um, at teir hjálpa hvørøðrum við lesarabrøvum, men okkurt bendir á, at har situr ein lítil fitt losja, í akkumuleraðari øði, og frustratión, og varpar sakleys offur út á hermóti, í eini neyðarsligari roynd at niðurgera onkran, sum roynir at gera eitt erligt politiskt arbeiði. Handan gluggaklæðini skula tit allir samlir vera so sára vísir í, at hetta verður sum at sletta vatn á gás. Hvørki meiri ella minni.
Tjóðveldisflokkurin stillaði ikki upp til fólkatingsvalið, tí vit ætlaðu okkum á fólkating fyri at sita har og trilla tummlar og gána upp undir kongaligu ljósakrúnurnar.
Vit stillaðu upp til fólkatingsvalið, tí fólkatingið er eitt forum, har vit kunnu virka til frama fyri hugsjónini um tær frælsu Føroyar.
Tað er undirritaði, sum floksins umboð á fólkatingið, sum meti um, hvussu vit frægast fáa brúkt hendan pallin, hitt danska parlamentið, til frama fyri hesi somu hugsjón.
Higartil hevur arbeiðs-hátturin verið, at verið virkin, í fólkatingssalinum.
Við at seta fram skrivligar og munnligar spurningar, til allar teir ráðharrar, sum varða av føroyskum viðurskiftum, soleiðis at tey føroysku atlitini og tey føroysku áhugamálini ongantíð verða gloymd.
Tað havi eg gjørt við støðugt at vísa á ta ódemokratisku støðu, harið danska statsvaldið umboðar Føroya land og Føroya fólk í hernaðarmálum og uttanríkismálum, uttan at vit so frægt sum fáa innlit í viðurskiftini.
Tað geri eg við at kunna um okkara politisku stevnu á fundum í bæði Føroyum, Grønlandi og Danmark.
Tað geri eg við at samstarva við grønlendsku fólkatingsumboðini, soleiðis at okkara felags stríð fær størri megi.
Haldi, at tað hevur gingist so toluliga. Hætti mær, í allari beskeðinheit, at siga, at ein føroyskur fólkatingssessur ikki í nógv, nógv ár hevur verið brúktur so nógv og so væl, sum síðani Tjóðveldisflokkurin vann annað av føroysku umboðunum á valinum seinasta heyst.
Ein gamal løgtingsmaður átti at vita, at í einum parlamenti verður mesta arbeiði ikki gjørt í tingsalinum. Har verða hugsjónirnar og retorikkurin fýrdur av. Mesta arbeiði og djúptøkna viðgerðin av málum fer fram í ymsu nevndunum.
Tá uppskot mítt um sjálvsavgerðarrætt Føroya fólks var fyri á danatingi, varð tað t.d. beint í politisku-búskaparligu nevndina.
Viðgerðin gekk væl í tingsalinum - men táið málið eftir 1. viðgerð varð beint í nevnd, mátti eg sleppa endanum. Fekk ikki verið við meir. Tað var latið upp til danskar parlamentarikarar einsamallar at viðgerða. Síðani datt tað burtur. Ætli mær at taka tað framaftur einaferð í vetur, so fáa vit at síggja hvussu leikur fer. Nú hava vit í hvussu er optimalar møguleikar fyri at fylgja málinum, fram til endans.
Sum støðan hevur verið, var hetta nevndarloysi sjálvandi ein vansi, vildi tú gera eitt dygdararbeiði. Tí havi eg valt at fara uppí hesa nevndina, sum eisini viðgerð onnur mál av týdningi fyri Føroyar. Hetta, ikki tí eg ætli mær at luttaka í donskum innlendispolitikki, men heldur tí at eg ætli mær at fáa størst møguliga ávirkan á tey mál, sum snúgva seg um Føroyar og okkara viðurskifti.
Hetta var orsøkin til, at Tjóðveldisflokkurin stillaði upp til fólkatingsvalið. Vit vildu hava ávirkan á tað, sum snýr seg um Føroyar. Og vit vildu brúka okkara ávirkan.
Vit eru ikki partur av nøkrum donskum fólkatingsbólki. Vit hava okkara egna bólk. Hjálandabólkin. Norðuratlantsbólkin. Ein alliansa av trimum sjálvstýrismonnum úr Grønlandi og Føroyum.
Síðstu fýra árini sótu Jóannes Eidesgaard og Óli Breckmann á danatingi.
Tá Óli segði ja, segði Jóannes nei. Og tá Jóannes segði nei, segði Óli ja.
Teir kolldømdu, ella rættari, ógildaðu ávirkanina hjá hvørøðrum. Harvið høvdu teir absolut onga ávirkan á nakað sum helst, sjálvt um báðir, íðnir royndu at reka danskan innlendispolitikk, - í hvør sínum leiri.
Tá bankamálið var fyri, gjørdu teir sína skyldu, og atkvøddu ikki ímóti føroyskum áhugamálum. Fyrr var illa.
Men annars gjørdu teir so at siga einki, sum føroyskir fólkatingsmenn. Sjaldnir gestir í tinginum. Eingin visti, at teir vóru til, sum slíkir. Hóast 1.000 føroysk mál áttu at verið tikin upp, tóku teir einki upp. Alt fór bara aftur við borðinum.
Er tað tað, Øssur Dam Jacobsen vil hava? Vil hann hava tvey føroysk fólkatingsumboð, sum kanska halda eina talu annaðhvørt ár, og annars einki annað gera enn at heva sína løn?
Tað halda vit ikki í Tjóðveldisflokkinum. Vit hildu tað vera meiningsleyst at hava tveir føroyingar sitandi á danatingi, sum ongan annan leiklut høvdu, enn at vera pippandi kanariufuglar í búri hjá ávikavist Socialdemokratiet og Det Konservative Folkeparti.
Á Fólkatingi blandar Tjóðveldisflokkurin seg ikki uppí danskan innlendispolitikk. Hetta hevur altíð verið og fer væntandi frameftir, soleingið flokkurin er umboðaður har, at vera hansara støða. Hetta, líkamikið um flokkurin er staddur á røðarapallinum ella í einhvørji fólkatingsnevnd.
Øssur Dam Jacobsen átti eisini at vita, at ein teknisk valsamgonga í einum parlamenti av sær sjálvum einki hevur við politiskt samstarv at gera. Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi er suverenur. Valdi at fara í tekniskt samstarv við Sosialdemokratarnar, SF, Radikala Vinstra og Eindarlistan um nevndarbýtið, fyri at fáa eina so dygga umboðan sum gjørligt. Annars hava vit ikki meiri politiskt samstarv við hesar flokkar, enn við allar hinar á tingi. So einfælt er tað. Eisini her roynir gamli norðstreymoyartingmaðurin at villeiða sínar landsmenn.
Skal nøkur meining vera í føroysku umboðanini á danatingi, so má hon brúkast sum frægast. Tí stillaðu vit upp. Og nú brúka vit hana. Til fulnar. Í strembanini fram ímóti teimum frælsu Føroyum. Framímóti føroysku republikkini.
Tað var kanska ikki alt so heilhjarta, tað sum hendi frá føroyskari síðu, á danatingi, áðrenn 20. november 2001. Sum onkur vildi sagt. Ikki sannheit Øssur? Góðan byr útaftur úr hesum altoyðandi, klaustrofobiska sigarmjørkanum. Høgligari er at sigla í góðum líkindum. Tá himin er heiður og silvitni blaktrar. Sum bretar siga: In calm sea every man is a pilot.