Siglir kortini kortini um kvøldið


Strandfaraskip Landsins boðaðu hósdagin frá, at kvøldtúrurin hjá Teistanum verður uppafturtikin
Hetta verður sagt í tíðindaskrivi, sum Strandferðslan sendi út seinnapartin.
Sagt verður, at Strandferðslan saman við manningini á Teistanum hava funnið eina fyribils loysn, og at fyrsti nýggi kvøldtúrurin varð sigldur longu hóskvøldið.
Fyribils hava partarnir avtalað at koyra eftir nýggja leistinum í tvær vikur, og á Strandferðsluni vóna tey at hava funnið eina endaliga loysn til ta tíð.