Siglingin til Skotlands má verða tikin uppaftur

? Tað hevði verið rætt av tí almenna at tikið uttanlandssiglingina uppaftur. Tí hevði verið ein íløga, sum uttan iva hevði givið nógv av sær í longdini, heldur Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur

?Høvdu vit havt betri samband við umheimin, hevði tað skapt stórar møguleikar fyri at ment føroysku fiskivinnuni.

Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur, sigur, at tað er ein stórur bági fyri fiskivinnuna, at vit ikki hava betri ferðasamband við umheimin.

? Høvdu vit tað, hevði tað givið okkum heilt aðrar møguleikar fyri at sloppið av við feskar fiskavørur.

? Vit vita t.d., at íslendingar flyta rættiliga stórar nøgdir av ymsum fiskavørum, bæði til USA og til londini niðri í Evropa.

? Íslendingar kunnu t.d. fáa ein fyrispurning onkustaðni frá í dag og so lata teir vøruna í morgin.

?Hjá okkum ganga tað tríggir, fýra og fimm dagar áðrenn vit fáa levera.

Egil Olsen sigur, at eitt flogsamband hevði verið ynskiligt.

? Men um ikki annað, hevði tað verið eitt ómetaliga stórt framstig at fingið betri sjóvegis samband við Aberdeen.

? Tí so kundu vit brúkt flogvøllirnir har til at flutt fiskin víðari.


Ein góð íløga

Egil Olsen sigur, at tað hevur rættilgia stóran týdning at fáa fiskin skjótt á marknaðin.

?Sjálvandi hava vit møguleikar við frystum fiski.

? Men tað er eitt ávíst mark Og tað er tann feski fiskurin, sum gevur tann heilt góða prísin.

Men nú tykist tað sum um at tað gongst strilti hjá tí privata vinnulívinum at gera stórt meiri við uttanlandssiglingina

Egil Olsen heldur tí, at tað hevði verið ein sera góð íløga hjá tí almenna, at sett pening í eina uttanlandsrutu til Skotlands.

? Tað hevði heilt vist gjørt, at nógv størri partur av fiskaútflutninginum hevði verið feskari og tað skapar eina nógv størri virðisøking til samfelagið, enn tann útflutingurin, sum nú er, ger.

Hann ivast ikki í, at virðisøkingin hevði verið so stór, at inntøkurnar høvdu blivið væl størri enn útreiðslurnar.

? Eitt nú hava íslendingar flutt 2.000-3000 tons av feskum fløkum til USA.

? Væl er flutningurin dýrur. Men prísurin fyri fløk ini er so góður, tí tey eru púra fesk, at tað loysir seg væl kortini.

Tilmælið hjá Egili Olsen er tískil, at tað almenna endurskoðar sín politikk á hesum øki og tekur uttanlandssambandið uppaftur.

?Letur tað seg gera, hevði tað verið avgjørt vert at kanna møguleikan fyri at tikið skotlandssiglingina við í metingunum, nú nýtt skip skal byggjast til Suðuroyarsiglingina, sigur stjórin á Sandoy Seafood.