Siglingin hjá Smyrli í vanda í vetur

Strandferðslan mælir staðiliga frá at Smyril fer at sigla í vetur, uttan at stabilisatorarnir eru gjørdir aftur, men tað vildi fíggjarnevndin hjá Løgtinginum ikki játta pening til. Sum støðan er nú, fáa vit ikki brúkt stabilisatorarnir, tá ið veðrið er ringt, sigur stjórin á Strandferðsluni

- Vit mæla avgjørt frá, at Smyril fer at sigla ein vetur afturat, uttan at stabilisatorararnir eru umvældir.

Hesi greiðu boð hevur landsstýrið fingið frá leiðsluni á Strandferðsluni.

Stabilisatorararnir á Smyrli hava eitt álvarsligt brek og teir eru í so ringum standi, at beinanvegin veðrið er eitt sindur ringt, fáa teir ikki brúkt teir, hóast tað akkurát er tá, at mest er brúk fyri teimum.

- Sum støðan er nú, fáa vit ikki brúkt stabilisatorararnir, beinanvegin vindurin fer upp á einar 15-20 metrar um sekundið og tað er ikki serliga nógv um veturin, sigur Dánjal Andreasen, stjóri á Strandferðsluni.

- Vit kunnu altíð sigla, men við ongum stabilisatorum, rullar hann so illa, at eg vænti ikki, at tað vera serliga nógv ferðafólk, sum fara at ferðast við, leggur hann afturat.

Hann sigur, at Strandferðslan noyðist at vera fyrivarin og at lata vera við at brúka stabilisatorararnar, tá ið tað er nakað at í sjónum, tí skuldi tað hent, at teir brotna, ímeðan teir eru úti, sleppur Smyril ikki at bryggju aftur.

- Teir kunnu fáast inn við kortini, men tað er als ikki nakað, sum gerst í eini handavending og so noyðast vit at avlýsa túrar.


Tola ikki trýstið

Stjórin á Strandferðsluni sigur, at tað er nógv, sum bendir á, at stabilisatorararnir eru ov veikir frá fyrstan tíð og tí tola teir ikki trýstið, sum er á teimum, tá ið tað er nakað at á sjónum.

Trupulleikin er, at tað eru nakrir boltar, sum halda einum flansatetningi uppá pláss, brotnað í bæði borð.

Hetta er eitt brek, sum varð staðfest síðsta vetur og tá ið Smyril var í dokk í heyst, varð trupulleikin kannaður.

Tá varð brekið umvælt, men tá ið Smyril aftur kom í vánaligt veður í vár, tók sami trupulleiki seg upp aftur.

Smyril hevur havt trupulleikar við stabilisatorunum líka síðani hann kom í 2005, men samanborið við síðsta vetur, sær trupulleikin nú út til at verða versnaður.

- Vit hava roynt at hildið stabilisatorunum í drift við tað at kavarar hava javnan verið niðri og umvælt brekini so hvørt.

Men hetta hevur verið eitt tungt og dýrt arbeiði og tilsamans hevur tað kostað Strandferðsluni eina millión.


Ein endalig loysn

Tí er Strandferðslan nú vorðin samd við Mitsubishi verksmiðjuna í Japan, sum hevur gjørt stabilisatorarnir, um at seta Smyril í dokk fyri endaliga at fáa staðfest og umvælt brekið.

Garantitíðin er farin, men avtalað er gjørd um at verksmiðjan betalir allar útreiðslur í samband við eykalutir til finnurnar.

Men harafturat koma so útreiðslur til sjálva dokkingina, avloysaraskip, eykamanning o.s.fr.

Tilsamans verður mett, at arbeiðið fer at kosta góðar 8,8 milliónir.

Hetta gjørdi Strandferðslan lógmálaráðnum vart við áðrenn fíggjarlógin varð samtykt, men upphæddin er ikki sett á fíggjarlógina.

- At klára so stóra eykaútreiðslu av okkara vanligu játtan, er ikki hugsingur um, staðfestir Dánjal Andreasen.

Nú hevur Strandferðslan so enn einaferð gjørt vart við trupulleikan og serlig umsókn varð send fíggjarnevndini, nú eftir, at løgtingið er farið í summarfrí.

Men fyri at fíggjarnevndin skal ganga slíkum umsóknum á møti, krevst, at talan er um bráðkomna og bráðneyðuga útreiðslu og tað metti ein partur av fíggjarnevndini ikki at hetta var og blokeraði tískil fyri, at umsóknin varð viðgjørd.

- Hetta kemur heilt ómetaliga illa við, heldur stjórin á Strandferðsluni.

Hann sigur, at Strandferðslan hevur gjørt eitt stórt arbeiðið fyri at finna dokk til Smyril í heyst og eitt hóskandi avloysaraskip.

- Í hesum sambandi var ein góð avtala gjørd við dokk í Fredericia í Danmark í oktober og vit høvdu gjørt avtalu við St. Ola um at loysa av ímeðan Smyril var í dokk.

Mett verður at arbeiðið fer at taka einar tvær vikur.

- Men vit skulu geva endaligt svar hesa vikuna og sum støðan er nú, mugu vit geva avlýsa bæði dokk og avloysaraskip.


Alvorlig misskiljing

Dánjal Andrasen sigur, at tað er alvorliga misskilt at siga, at hetta ikki hevur skund.

- Tað kann taka fleiri mánaðir at fáa avtalu um dokking og avtalu um avloysaraskip og at fáa hesi bæði at passa saman og mugu vit avlýsa tilboðið, vit nú hava, er als ongin trygd fyri, at fáa eitt brúkiligt tilboð aftur í ár.

Samstundis er vandi fyri, at umvælingin verður væl dýrari, tí avtalan, vit hava nú, er ógvuliga góð.

Fáa vit ikki tað, er avleiðingin, at Smyril fer at sigla við ongum stabilisatorum, tá ið tað veðrið versnar eitt sindur og tað er mest brúk fyri teimum.

Sjálvur metir hann, at tá ið vindurin fer upp um 15-metrar um sekundið, fer ikki at bera til at brúka stabilisatorararnar.

- Tað er ongin vandi fyri trygdini, tí skipið kann altíð sigla, men við ongum stabilisatorum, rullar hann nógv verri og eg vænti ikki, at tað verður nógv ferðafólk, sum hætta sær við.

Hann lovar kortini, at tá ið tað hendir, at stabilisatorararnir ikki verða brúktir, verður kunnað væl og virðiliga um tað, so at ferðafólk sjálvi fáa tikið støðu.

- Men enn verri er tað, skuldi tað hent, at Smyril verður noyddur av avlýsa ferðir, tí tað er nógvur farmur til og úr Suðuroy, eisini fiskur til virkini í oynni og av virkjunum aftur, sigur Dánjal Andreasen.