Siglingarsøga á báli

Tað er hugvekjandi, tá partur av okkara siglingarsøgu endar á einum nýggjársbáli.

Tað er hugvekjandi, tá partur av okkara siglingarsøgu endar á einum nýggjársbáli.

 

Í nógv ár hevur verið vanligt at koyra gamlar og útlivaðar føroyskar bátar á nýggjársbál.

 

Sumt eru gamlir og kendir bátar, sum hava verið í bygdini allar sínar dagar. Aðrir eru keyptir úr øðrum bygdum og hava tí kanska ikki so drúgva søgu í bygdini, har teir endaðu á nýggjársbálinum.

 

Tá nólsoyingar brendu bál nýggjársaftan í ár, vórðu fleiri bátar koyrdir á bálið.

 

Millum hesar eisini gamlir og í bygdini kendir bátar, eitt nú Rán, sum er báturin við gulari rim og liggur líka sum miðskeiðis á myndini.

 

Báturin, sum á myndini liggur ovast, er Havgásin, sum í sínari tíð kallaðist Líðarfjall, og sum abbi undirritaða og synir hansara áttu gjøgnum mong ár. 

 

Líðarfjall varð eisini róptur Sabb, og tað kom helst av, at hann mundi hava ein tann fyrsta Sabb-motorin í bygdini. Rán, sum eg haldi var eitt sindur yngri, hevði eisini Sabb-motor.

 

Hinir bátarnir á myndini eru sambært Leif Hansen á facebook-síðuni - Nólsoy í myndum - Sævarenni, fyrrverandi Másin og Kubbi, sum báðir eru kendir úr bygdini.

 

Tað fer at nærkast hálvari øld, síðan Líðarfjall og Rán vórðu flotaðir á fyrsta sinni.

 

Vit kunnu, eins og Leif Hansen, endurtaka, at her fer ein partur av siglingarsøguni hjá nólsoyingum á nýggjársbálið 2014.

 

Tað er Evy T. Nielsen, sum hevur tikið myndina.