Siglið ikki við Lafayette

Fiskimannafelagið hevur lagt ávaringar út á heimasíðu sína til menn, ið møguliga ætla sær við skipinum Lafayette.

Fiskimannafelagið skrivar á heimasíðu sínari, at um tú ert ein, ið ætlar tær við skipinum Lafayette, so kanst tú vera vísur í, at tú ikki verður løntur eftir sáttmálanum, sum er á økinum. Fiskimannafelagið heitir á fólk, ið ætla sær við, um at seta seg í samband við Fiskimannafelagið.

- Ein orsøk til, at umboði hjá reiðarínum ikki hevur manningarfeløgini við, kann vera at hann vil sleppa at koyra peningin hjá fiskimonnum í lumman. Eisini eigur fólk at vera sera varin hvat tey skriva undir uppá, og hvussu pengarnir vera móttiknir, ávarar Fiskimannafelagið.

Um pengarnir vera útgoldnir svart, so eiga tey, sum móttaka at gera myndugleikarnar varar við tað. Um ein ikki boðar frá, so er vandi fyri, at TAKS dregur ein til svars, skrivar Fiskimannafelagið á heimasíðuni.