Sigldu við víni fyri 2000 árum síðani

Í einari á tætt við markið millum Kroatia og Bosnia Herzegovina hava granskarar funnið 16 bátar, sum vórðu brúktir til at føra vín við fyri 2000 árum síðani. Í og kring bátarnar hava granskararnir funnið meiri enn 1.000 vínkrukkur úr leiri. Granskararnir, teirra millum nakrir norðmenn, eru komnir eftir, at bátarnir og krukkurnar eru 1. øld fyri Kristi føðing.

(Mynd: Lærdi háskúlin í Mostar)