Í rættarmálinum móti Sea Shepherd um springararnar í Nólsoyarfirði í gjár, var fyrsti løgreglumaðurin á staðnum innkallaður sum vitni. Hann kskuldi greiða frá, hvat hann sá, meðan hann eygleiddi grindina av landi.
Løgreglumaðurin greiddi frá, at tá teir komu, lógu springararnir róliga uttan fyri Driftnes, okkurt um ein kilometur úr landi.
- Vit mettu, at teir vóru um 200 hvalir. Økið var um 200 ferðir 200 metrar. Lítil røringur var í vatninum, meðan teir lógu soleiðis og grindaðust, greiddi løgreglumaðurin frá.
Meðan teir eygleiða hvalirnar, kemur ein skjóttgangandi bátur siglandi úr norðri, mitt gjøgnum fjørðin. Áðrenn teir náa hvalirniar, snara teir til høgru, nærri landi, og seta ferðina upp. Síðani sigla teir mitt inn í bólkin.
- Tað er eyðsæð, at teir síggja grindina og snara inn um hana. Síðani fer báturin inn millum hvalirnar og siglir í einum átta-talið inni í bólkinum, varð greitt frá. Á myndunum, sum løgreglan tók av staðnum, sæst týðiliga slóðin eftir einum áttatali.
Løgreglumaðurin sigur, at avleiðingin er, at røringur kemur í hvalirnar, sum deila seg í fleiri bólkar.
- Springararnir taka sjógv á bak, undan bátinum, í ymsar ættir. Tað var týðiligt, at endamálið var at sigla inn í bólkin fyri at fáa røring í. Tá so ferð er komin á springararnar, leggur báturin so millum hvalirnar og land og rekur teir frá landi.
Løgreglumaðurin greiddi síðani frá, at Spitfire rekur springararnar í ein eystan, millum Stongina og Eystnes.
- Raksturin tekur um 10 til 15 minuttir, og tað er eitt strekkið á góðar fýra kilometrar. So ferðin er høg, segði løgreglumaðurin.