Sigldu á land eftir náttartúr í Vági

Sjey fólk vóru við bátinum, men tað spældi væl av

Klokkan trý í nátt fekk løgreglan boð um, at ein glastrevjabátur hevði siglt á ein flúr uttan fyri Porkeri.

Sjey fólk vóru við bátinum, og tey høvdu verið ein túr í Vági. Men á veg heim aftur í nátt, sigldu tey á flúrin uttan fyri Porkeri.

Men tað var so nær við land, at tey kláraðu at ganga í land sjálvi.

Men tá ið tey vóru komin á land, fór báturin av aftur og rak nakað eftir fjørðinum, har hann aftur fór á land. Tað var fjarðandi sjógvur, so nú stendur hann heilt uppi á turrum, og har verður hann standandi til tað aftur er flóð og teir fara at royna at fáa hann av aftur.

Løgreglan sigur, at illgruni er um, at rúsdrekka var uppi í, so tær kanningar, sum skulu gerast í tí sambandi, eru gjørdar, so veldst úrslitið av tí um, hvat meiri hendir í málinum.