Klokkan 02.53 fekk politistøðin fráboðan um, at ein bátur legði frá landi í Klaksvík, og mett varð, at teir tríggir ungu menninir umborð vóru ávirkaðir.
Politiið setti seg í samband við MRCC, sum síðani fekk fatur á Ziska, bjargingarbátinum hjá Norðoya Bjargingarfelag, sum klokkan 03.19 helt avstað eftir bátinum.
Men hóast Ziska siglir 19 míl, megnaðu teir ikki at vinna bátin aftur, og MRCC fekk tí fatur á Lív klokkan 03.30. Politiið fór við Lív, og teir steðgaðu bátinum við Eystnes klokkan 03.56, og klokkan 04.04 var støðan undir kontroll.
Menninir blástu í alkoholmetrið, og tað vísti, at teir høvdu ov nógv í blóðinum. Teir vórðu tí handtiknir, og blóðroynd var seinni tikin, áðrenn teir vórðu leyslatnir.
Spurningurin er so, hvør skal hava rokningina fyri alt tað, sum sett var í verk í sambandi við siglingina hjá teimum trimum.
Eisini í sambandi við Summarfestivalin, var ein bilførari tikin Millum Fjarða klokkan 07.30 í morgun fyri at koyra við kenning.
Politiið hevur eisini fingið eina fráboðan um yvirháling í Norðoyatunlinum. Ein bilførari boðar frá, at hann er yvirhálaður stutt eftir at vera farin inn í tunnilin Klaksvíksmegin. Hann sær bókstavirnar, men ikki tølini á nummarplátuni, men av tí at talan er um taxabil, ber skjótt til hjá politinum at finna fram til rætta viðkomandi.










