Sigldu á aliring

Hol kom á eina nót hjá Dalásmolt, tá ið ein bátur hjá J & K Petersen kom ov nær einum av ringunum beint sunnanfyri Gomlu Rætt.

Tá menn frá J & K Petersen fríggjadagin vóru í ferð við at flyta ein flaka, sum verður nýttur í sambandi við vegagerðina til undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund, vóru teir so óhepnir at koma ov nær einum av aliringunum, og hol kom á nótina.

Dalásmolt hevur sjey aliringar liggjandi beint sunnanfyri ferjuleguna á Gomlu Rætt, og tað var ein av hesum ringunum, sum varð raktur.

Flakin skuldi flytast til Vestmanna, men ov illsligt var í veðrinum til at flyta flakan, og tí varð avgerð tikin um at fara aftur á Gomlu Rætt.

Tá teir koma á Gomlu Rætt, ber skrúvan á bátinum við nótina í einum aliringi, og hol kom á. Ein froskmaður var beinanvegin sendur niður at bøta nótina, so ikki allur alilaksurin slapp.

Jens Reinert, stjóri á Dalásmolt, vil ikki gera nakra meting um, hvussu nógv er sloppið, men tað er minni enn av fyrstan tíð mett. Tó verður hildið, at væl minni enn helmingurin er sloppin av teimum 40 tonsunum, sum eru í ringinum. Alt er tó tryggjað, so Dalásmolt hevur ikki nakran peningaligan miss av óhappinum.

Mánadagin verður ringurin taldur, og tá fæst greiði á, hvussu nógv er sloppið, og hvussu nógv skaðin kostar.