Sigldi á stuttleikabát

Ein svenskur bátur varð ásigldur á Tvøroyri, meðan hann lá við bryggju

ÓHAPP

<st1:PersonName$?$end$!$</st1:PersonName$?$end$!$&nbsp;<BR>Ein svii fekk eina heldur keðiliga uppliving sunnudagin.
Báturin, ið hann sjálvur hevur smíðað og siglt til Føroya, varð ásigldur tá hesin lá við bryggju á Tvøroyri. Hann hevur verið á ferð kring oyggjarnar og hevði ætlað sær til Hetlands mánadagin.
Talan er um 34 fót bátin Magnum Bonum, sum er bygdur í 1981. Hann lá við bryggju, tá línubáturin Kúrberg stevndi inn móti bryggju. Meðan eigarin av Magnum Bonum fylgdi við, rendi Kúrberg inn á stýrisborðsíðuna á snotuliga svenska bátinum.
Løgreglan á Tvøroyri upplýsir, at talan var um eitt hendiligt óhapp. Skiparin á Kúrberg fekk ikki stýrt bátinum og kom at bakka á svenska stuttleikabátin.
Í skrivandi stund fær sviin ikki siglt víðari. Àbøtur skulu gerast á Magnum Bonum, áðrenn hesin fær siglt víðari.