Vakthavandi á politistøðini sigur, at hetta hevur verið ein stak friðarlig nátt. Tann einasta áhugaverda fráboðanin var ein fráboðan um eina møguliga rúsdrekkasigling.
Tað var um eitt, hálvgum tvey-tíðina í nátt, at løgreglan fekk eina fráboðan um at ein maður var farin við báti úr Klaksvík, og at viðkomandi møguliga var ávirkaður.
Politiið var ikki á staðnum, so Ziska var biðin um at finna bátin. Høvuðsendamálið var at tryggja, at maðurin ikki kom illa fyri á sjónum.
Ziska fann skjótt bátin í einum bátahyli á Kalsoynni. Maðurin var tó farin í land, og við tað at manningin á Ziska ikki hevur heimild til at taka rúsdrekkaroyndir av fólki, var avgjørt ikki at gera meiri við málið. Manningin á Ziska kundi leitað fram til mannin og hildið honum aftur, inntil løgreglan kom á staðið, men tað vildi tikið so langa tíð, at løgreglan metti tað ikki vera ráðiligt.
Annars uppførdu bæði stevnugestir og tónleikafjeppararnir við Brúnna uppførdu seg væl, siga tey av løgreglustøðini. Blóðið kókar kanska eitt sindur heitt hjá onkum, hvat Sea Shepherd viðvíkur, men løgreglan hevur ikki fingið nakrar álvarsamar fráboðani hesum viðvíkjandi í nátt.