Vinmenninir Jónleif Mørkøre og Eyðstein Joensen, báðir av Eiði, plaga altíð at vera á G!
- G! festivalurin er bara nakað heilt serligt. Tónlistarliga er tað eitt upplivilsi hvørt ár, sigur Jónleif.
- Tað góða við G! er, at teir koma altíð við spennandi og ókendum nøvnum. Onkuntíð kiksar tað, men sum oftast verður man positivt yvirraskaður, sigur Eyðstein, ið er kendur frá tónleikabólkinum Nonsense, sum í 2006 hittaði við sanginum 'The people who should care but didn't'.
Hóast teir hava nógv nøvn, sum teir vilja hoyra, so eru tað tó nøkur, sum hava hægri raðfesting enn hini.
- Fyri mítt viðkomandi er tað Veronica Maggio. Hon hevur nakrar ótrúliga góðar sangir og syngur sera væl, sigur Jónleif.
- Tann, sum eg hevði glett meg mest til, hevur longu spælt, nevniliga Høgni, sigur Eyðstein.
Av minniligum hendingum á G! hevur Eyðstein serliga eina í tonkunum.
- Tað var í fjør, tá tað regnaði so ófatiliga illa. Tá eg vaknaði um morgunin í soviposanum, var alt teltið innvendiga fylt við vatni, og eg bókstaviliga sigldi í mínum egna telti, sigur Eyðstein.