Útróðrarbáturin Randi er farin á land sunnanfyri Hósvík. Einsamælli maðurin umborð er handtikin, skuldsettur fyri at hava siglt ávirkaður av rúsdrekka. Eingin fólkaskaði hendi, tá 27 fót útróðrarbáturin Randi um fimmtíðina seinnapartin rendi á land sunnanfyri Hósvík.
Løgreglan í Havn og fólk frá Kollafjarðar Bjargingarfelag komu á staðið, umframt Brimil, sum var staddur nærhendis.
Ein maður var umborð, og hann varð handtikin, skuldsettur fyri at hava siglt ávirkaður av rúsdrekka. Revsingin fyri slík brot á sjólógina er vanliga bót.
Báturin stóð í fjøruni, og verður væntandi tikin av aftur í morgin.









