Týskvøldið var árliga jóansøkubálið í Sandágerði, og tá plagar mangan at verða gott lag á fólki. Nýklaktar pisur, havnarfólk og fremmandir summargestir leita sær í Sandágerð, og ofta liggja bátar og damla út fyri.
Týskvøldið var lagið í so gott umborð á onkrum báti, og løgreglan valdi at kanna manningina eitt sindur nærri. Blóðroynd var tikin av manninum, sum førdi bátin, og hann verður nú skuldsettur fyri at sigla fullur.