Siglandi á ólavsøku

Margith og Niels Andreas Mortensen av Streymnesi hava tey síðstu fýra árini hildið ólavsøku í egnum báti. ?Her eru nógvir bátar, ið eru komnir at halda ólavsøku. Einir 30-40 vildi eg mett,? sigur Margith.

?Hetta er ein ótrúliga góður máti at halda ólavsøku uppá. Man hevur sítt egna, og man liggur mitt í býnum. Hóast tað verður ein ikki yvirkoyrdur av fólki,? sigur Niels Andreas.

?Okkum dámar so sera væl bátaumhvørvið. Tað er øgiliga hugnaligt, og kemur man at kenna nógv nýggj fólk. Her koma eisini nógv fólk umborð at vitja, so tað er ordiliga stuttligt,? sigur Margith.

Meðan vit sita og práta, kemur vinamaðurin, Debes Danberg, umborð. Hann hevur eisini bát, og kennast tey á tann hátt.

?Um vit skulu nevna ein kritik til fyriskiparar av bátaøkjum kring landi, so er tað, at bátarnir ofta verða lagdir við langsíðuni til. Tað ger, at bátar mugu liggja síðu um síðu. Hetta er sera óheppið, og tá hugsi eg serliga um trygdina,? sigur Niels Andreas, og tekur Debes undir við honum.