Forvitnislig bók um føroyskt træskipasmíð verður løgd fram í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík mikukvøldið klokkan 19.30.
Tað er Óli Olsen, sum hevur skrivað bókina, ið umrøður føroyskt træskipasmíð frá elstu tíð til okkara dagar.
Óli Olsen er føddur í Klaksvík í 1949 og er útbúgvin skipsførari og lærari. Rithøvundurin hevur eisini verið sjómansskúlalærari í Havn og hevur eitt nú skrivað bókaverkið ”Sigling & útbúgving I og II”.
Undirheitið til nýggju bókina, sum hevur heitið "Siglandi arvurin", er " - søgan um føroyskt træskipasmíð”.
Í bókini vísir hann á, at fyrsta seglskip fer av bakkastokki í Føroyum í 1804, og sagt verður eisini frá Royndini Fríðu og øðrum førum, smíðað í 1800-talinum.
Í bókini sigur rithøvundurin, at sonevnda motorbátaøldin tekur við eftir ár 1900, og tá vera nógvir motorbátar smíðaðir. Aftast í bókini er skrá við umleið 250 motorbátum.
Óli Olsen greiðir frá fjølbroyttum skipasmíði fram til 1978, tá seinasta langfaraskipið - Jøkul - fer av bakkastokki.
Parturin í bókini, sum rithøvundurin kallar ”Siglandi mentanararvurin”, umrøður gomlu seglskipini og motorbátarnar, sum enn rógva út.