Siglandi arvurin

"Siglandi arvurin - søgan um føroyskt træskipasmíð" er heitið á nýggjari bók hjá Óla Olsen

Óli Olsen, sum er ættaður úr Klaksvík, hevur givið út bók­ina ”Siglandi arvurin” við undirheitinum "- søgan um føroyskt træ­skipa­smíð”.
Rithøvundurin hevur eitt nú skrivað bókaverkið ”Sigl­ing & útbúgving I og II”.
Nýggja bókin umrøður før­oyskt skipatræsmíð frá elstu tíð til okkara dag­ar. Í bókini vísir hann á, at fyrsta seglskip fer av bakka­stokki í Føroyum í 1804, og sagt verður eisini frá Royndini fríðu og øðr­um førum, sum vera smíðað í 1800-talinum.
Í bókini sigur høvund­urin, at sonevnda motor­báta­øldin tekur við eftir 1900, og tá vera nógvir motor­bátar smíðaðir. Aftast í bókini er skrá við umleið 250 motorbátum.
Óli Olsen greiðir frá fjøl­broyttum skipasmíði fram til 1978, tá seinasta lang­fara­skipið - Jøkul - fer av bakka­stokki.
Parturin í bókini, sum rit­høvund­urin kallar ”Sig­l­andi mentanararvurin”, um­røð­ur gomlu seglskipini og motor­bátarnar, sum enn rógva út.
Framløga verður av bókini í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík mikukvøldið 30. oktober, og framløgan byrjar klokkan 19.30.