Sigla við seglum á eystanstevnu

- Siglt verður eftir, sum ættin verður, og málið er við bátahylin á Bakka á Glyvrum, sigur Herbert Olsen.

 

 

Sunnudagin á eystanstevnu, sum er hin 16. juni, skipar Bátafelagið á Bakka fyri kappsigling millum 4 og 5 mannafør við seglum, og her er talan um føroyskar træbátar.

Herbert Olsen, formaður í Bátafelagnum á Bakka, sigur, at siglt verður á Skálafjørðinum og byrjað verður klokkan 15.

- Siglt verður eftir, sum ættin verður, og málið er við bátahylin á Bakka á Glyvrum.

Herbert Olsen leggur aftrat, at siglarar kunnu tekna seg á tlf. 218788, og her fæst eisini neyvari vegleiðing um tiltakið og um kappsiglingina.