Sigla úr Turkalandi til Íslands

Íslendska systkinapari, Gretar og Sigrún Harpa, hevur ongantíð siglt áður, men tað helt teimum ikki aftur í at keypa ein stuttleikabát í Turkalandi og sigla hann heim til Íslands

Nú summari spakuliga byrjar at koma til Føroyar, eru ferðafólkini eisini so smátt byrjað at seta sín dám á oyggjarnar. Í Vágsbotni hava seinastu dagarnar ligið tríggir stuttleikabátar frá trimum ymsum tjóðum: Týskland, Ísland og Ongland.
Umborð á íslendska bátinum eru systkini bæði Gretar Gretarsson og Sigrún Harpa Gretarsdóttir. Í fjør keyptu tey ein bát úr Turkalandi, sum tey sigldu til Spaniu beinanvegin. Har var báturin lagdur, men í mars í ár fóru til víðari við honum. - Eg havi ongantíð siglt áður, men eg kann ikki siga annað enn, at túrurin hevur gingið væl. Vit eru so komin hertil í øllum góðum, og so fáa vit at síggja, sigur Gretar Gretarsson skemtandi.
Upprunaliga var ætlanin ikki at leggja at í Føroyum, men eitt minni ódnarveður kom á tey, og tí valdu tey at leggja seg her í nakrar dagar, og bíða eftir at veðrið fór at batna. - Nú hava vit verið her í fýra dagar, og her er fantastiskt. Men nú sær út til, at vit ikki vera nógv longur. Veðurforsøgnin sær út til at vera á eini leið, so vit ætla at seta kósina móti Íslandi nú um ikki so langa tíð, sigur Gretar Gretarsson.
Tey bæði Gretar og Sigrún Harpa hava brúkt fýra mánaðir um at koma so langt, og sambært Gretar átti túrurin úr Føroyum og heim til Íslands ikki at tikið meiri enn tríggjar dagar. - Men sjálvandi er tað treytað av veðrinum, og tí ráða vit ikki yvir, segði Gretar Gretarsson, stutt fyri at tey av álvara fóru at gera seg kláran at seta kósina móti Íslandi.