Skiparin á Smyrli hevur boðað ferðafólkunum frá, at skipið nú hevur sett kós móti Krambatanga.
Tað hevur verið heldur baldrut hjá ferðafólkunum umborð á Smyrli í kvøld.
Tá skipið kom móti Tvøroyri, fóru skrúvurnar brádliga úr gear, soleiðis at eingin framdrift var eina løtu.
Hetta gjørdi eisini, at skipið fór at rulla sera illa, og eina løtu kendu fólk seg rættiliga ótrygg umborð.
Av trygdarávum vórðu boð eisini send eftir Brimli, men nú hevur skiparin so boðað ferðafólkunum frá, at kósin er sett móti landi, og at Smyril væntandi leggur at bryggju heilt skjótt.









