Gerhard Lognberg, løgtingsmaður
Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um, at lata strandfaraskipini sigla samsvarandi og ókeypis í sama tíðarskeiði sum undirsjóvartunnlin til Klaksvíkar letur upp og ókeypis verður at koyra undir sundunum báðum fyrstu vikuni?
Í samband við at undirsjóvartunnilin til Klaksvíkar verður tikin í nýtslu síðst í apríl verður lýst við, at ókeypis verður at koyra fystu vikuna. Hetta er galdandi fyri báðar undirsjóvartunnlarnar, og er hetta tiltak eitt frálíkt høvi fyri tey sum ikki ferðast ofta, at síggja tunnlarnar og landið annars. Fyri at geva øllum føroya fólki møguleikan til at síggja og royna tunnlarnar átti strandfaraskipini at siglt undir somu treytum sama tíðarskeið. Hetta hevði verulig knýtt Føroyar saman teir dagarnar og soleiðis givið øllum møguleikan at sæð tunnlarnar og umhvørvið rundan um.