Vinnuháskúlin í Havn bjóðar nú sjófólki at taka trygdarskeið á netinum. Hóast tilboðið er nýtt, eru longu fleiri sum hava tikið við tí.
Hetta skeiðið er í stuttum skipað soleiðis, at ein tekur tann teoretiska partin umvegin netið. Hetta er til stóran fyrimun fyri tey, sum eru burturi og tí vilja brúka frívaktina heldur enn frítíðina í landi at taka hetta kravda trygdarskeiðið.
- Tað einasta sum krevst er í roynd og veru at sjómaðurin hevur atgongd til internetið og hevur web-kamera á telduni, siga skeiðsleiðarin Jan Hjaltalin og Hans Johannes á Brúgv, skúlastjóri.
- Tann teoretiska royndin verður tikin umvegis Skype millum tað einstaka sjófólkið og skeiðsleiðaran.
Men einki trygdarskeið uttan tær praktisku royndirnar. Hesar verða sjálvandi tiknar í landi og verður hetta gjørt næstu ferð komandi mánadag á Trygdardeplinum við Áir.
- Á henda hátt kann sjófólk okkara lesa meðan teir sigla, siga teir báðir.
Lítil ivi man vera um, at hetta so líðandi fer at gerast eitt væl umtókt skeið millum sjófólk okkara.
Mynd: Hans Johannes á Brúgv, skúlastjóri og Jan Hjaltalin, skeiðsleiðari eru spentir uppá nýggja tilboðið, har sjófólk okkara kann sigla, meðan tey lesa