Í harðari kapping við góðveðrið og onkra hissini fótbóltskapping í sjónvarpinum, bjóðaði Føroya Pedagogfelag til fundar í Miðlahúsinum týskvøldið, har nýggja Barnaverndarlógin var til viðgerðar. Til musikalsku tónarnar frá Brandi Enni og Heiðrunn Petersen varð fundurin spældur í gongd, og nærum fullsetti salurin lat oyrini upp fyri tyngjandi, men neyðuga evninum: At starvast við børnum og at noyðast at boða frá, tá eitt barn ikki trívist.
Tað vóru tær báðar Birita Ludvigsdóttir Poulsen, sum er løgfrøðingur hjá umboðsmanninum og Anna Dam, leiðari fyri nýstovnaðu barnaverndarstovuna, sum kommunurnar hava sett á stovn, ið greiddu pedagogum og øðrum áhugaðum frá um nýggju barnaverndarlógina.
Lagt varð fyri við, at Birita greiddi frá um nýggju lógina, har endamálið er at hjálpa barninum og ikki at verja foreldrarættin. Hetta hevur grundleggjandi týdning í barnaverndararbeiðinum, og hevur mangan verið trætumálið, tá barnaverndarlógir skulu gerast av nýggjum.
Tænasta til familjurnar
Høvuðsboðskapurin á fundinum var, at fólk, sum arbeiða við børnum, hava skyldu til at boða frá um tey varnast eitthvørt illgrunasamt, og at fráboðanarskyldan kemur fram um tagnarskylduna.
- Hetta er líka so neyðugt, sum tað er torført, vóru boðini frá Onnu Dam, sum tíverri mátti staðfesta, at pedagogar koma við færri fráboðanum enn lærarar, hóast teir hava nógv tættari samband við børnini og betur samstarv við familjurnar. Samstundis varð staðfest, at tað hevur týdning, at fakfólkini seta seg í samband við foreldrini, um tey hava illgruna um vanrøkt ella mistrivnað, so tey kunnu geva eina frágreiðing, og annars verða kunnað um, at ætlanir eru um at senda eina fráboðan til Barnaverndartænastuna.
- Sum við øllum øðrum lívsins viðurskiftum, hava fólk tað best við at verða spurd beinleiðis, í staðin fyri at farið verður afturum ryggin á teimum, segði Anna Dam. Og hon vísti á, at foreldur, sum ikki vita, hvør hevur boða frá brúka alla orkuna til at hugsa um, hvør hevur boða frá, í staðin fyri at viðurkenna trupulleikan og samstarva um at hjálpa barninum.
- Tað hevur týdning fyri okkum at fólk vita, at vit eru her fyri at hjálpa og ikki at revsa, segði Anna Dam, sum vísti á, at hetta eitt nú er orsøkin til, at tey hava valt heitið Barnaverndartænastan, so fólk kenna tað sum eina tænastu. Og hon greiddi frá, at tey næstan altíð finna eina fyriskipan, sum kann hjálpa familjuni, ið er komin illa fyri í eitt tíðarskeið, uttan at familjan noyðist at skiljast sundur. Samstundis staðfesti hon, at tað er ómetaliga sjáldan, at børn verða sett heiman med alla, og at hetta bert kemur fyri, tá mett verður, at absolutt ongin møguleiki er fyri at betra um foreldraførleikan. Eitt nú tá talan er um rúsevnismisnýtarar, sum ikki hjálpast ella menningartarnað foreldur.