Talan hevur verið um nakrar strævnar dagar hjá føroyska landsliðshópinum seinastu vikuna. Umframt harða dystin í Beograd hevur nógv ferðing eisini verið á skránni, og tí gjørdi landsliðsvenjarin av at strika seinnu venjingina í gjár. Ístaðin fór liðið á lítla útferð til Kvívíkar, har myndamaður okkara eisini rendi seg á hópin.










