Sightseeing.fo

Palli Lamhauge er ein av monnunum handan familjufyritøkuna Sightseeing.fo, sum hevur sítt heim í Vestmanna. Sightseeing.fo siglir við ferðafólki kring alt Føroya land, men ger flestar túrar undir Vestmannabjørgini vestan til á Streymoynni.

Fyrstu ferð Palli var við ferðafólki undir Vestmannabjørgini í egnum báti var heilt afturi í 1955. Hann hevur verið nógvar túrar ígjøgnum ár og dag, men í 1983 byrjaði hann at sigla fast við ferðafólki undir Vestmannabjørgini.

Tá Palli byrjaði at sigla við ferðafólki í 1983 hevði hann bátin Fríðgerð. Í 1993 keypti felagið Silju, sum var fyrsti skjóttgangandi bátur, sum bleiv góðkendur í Føroyum, og fyri tveimum árum síðani kom triði báturin, tá felagið keypti Silju Star.

Palli Lamhauge sigur, at nógvir túrar longu eru bílagdir til seinni í summar.

- Ja, nógvir túrar eru longu bílagdir til seinni í summar. Tað eru serliga túrar undir Vestmannabjørgini, men vit hava eisini onkrar túrar til Skúvoyar, Kolturs, Mykines og aðrastaðni í landinum.

Tað eru serliga føroyskar fyritøkur, sum gera túrar við Silju Star um sumrini. Sightseeing.fo hevur tó eisini nógv útlendsk ferðafólk við, umframt at teir gera túrar fyri útlendskar ferðasmiðir, har hesir m.a. sleppa at síggja Vestmannabjørgini.

Felagið var eisini onkran túrin í Hetlandi í fjør í samband við oljuvinnuna, og teir hava eisini verið úti hjá fiskiskipum, har teir hava syrgt fyri manningaskifti ella verið við eykalutum.

Felagið hevur harafturat keypt kaffistovuna á havnarlagnum í Vestmanna, sum bleiv brúkt í samband við gomlu ferjuleguna.