Síggið tey 17 heimsmálini hjá ST á Rás1

Ráðstevnan í Norðurlandahúsinum um tey 17 heimsmálinum hjá ST, sum var í Norðurlandahúsinum 23. februar, verður víst á Rás1 í Televarpinum í nú klokkan 19 – og endursend í annaðkvøld, týskvøldið og mikukvøldið klokkan 19.

Tey 17 heimsmálinum hjá ST miða eftir at loysa heimsins størstu avbjóðingar. Við á ráðstevnuni vórðu eitt nú Mogens Lykketoft, fyrrverandi ST-aðalfundarformaður, Katherine Richardson, professari í havfrøði, Aksel Johannesen, løgmaður, og Høgni Hoydal og Poul Michelsen, landsstýrismenn. Tað var Magni Arge, fólkatingslimur, sum skipaði fyri sendingini.
 
Í september 2015 settu Sameindu Tjóðir sær 17 mál, ið fevna um heimsins størstu trupulleikar, sum skulu loysast áðrenn 2030. Hesi mál eru sett, tí mett verður neyðugt at loysa trupulleikarnar, so øll kunnu liva eitt gott lív nú og samstundis lata komandi ættarliðum heimin í góðum standi. Málini hjá ST bera heitið “Heimsmálini” ella “Burðardyggu menningarmálini”.
 
Tey 17 heimsmálini snúgva seg millum annað um at basa fátækradømi, veita øllum mat, rættin til góða heilsu, betri útbúgving, javnstøðu, burðardygga orku, minni ójavna, veðurlagsátøk og lívið í havinum.

Við at trýsta á pílin á myndini ber til at síggja byrjanina av ráðstevnuni, sum altso verður at síggja á Rás1 á Televarpinum í kvøld, týskvøldið og mikukvøldið klokkan 19.